Innanlands

Heimamissiónin avlýsir jólaborðhald

Væl umtøkta jólaborðhaldið fyri hjún er avlýst orsakað av korona

(Mynd: Trubodin.fo)

(Mynd: Trubodin.fo)

2020-09-21 23:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimamissiónin hevur avlýst eitt av teimum sera væl umtøktu tiltøkunum, Jólaborðhaldið fyri hjún. Hetta er orsakað av koronastøðuni í Føroyum í løtuni, skrivar Trúboðin.

Tiltakið er anliga fullteknað við umleið 350 fólkum umframt einum langum bíðilista.

– Vit harmast stórliga um, at vit eisini eru noydd til at avlýsa Jólaborðhaldið, men vit fylgja tilmælunum til fulnar og vóna og biðja virkuliga at komandi ár lovar nakað betri, verður sagt úr Eindini, sum er familjurarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, skrivar trubodin.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder