Tað er liðugt at merkja grindina, sum legði beinini í Hvalba í gjárkvøldið. Tilsamans 252 hvalir eru merktir umframt 35 springarar.
Grindin var 1472 skinn.
Drápið tók ein tíma og tjúgu minuttir, men Jaspur Vang, sýslumaður, segði við útvarpið, at tað gjørdist ongantíð ljótt.
Seðlarnir koma út eftir døgurða, men tað verður ikki sum vanligt.
Grindin verður skift í heimapartar til alla Suðuroynna, og avtala er gjørd við kommunurnar, at tær koma eftir teimum hvalum sum teirra borgarar skulu hava.
Síðani koma bátsformenninir ella umboð eftir seðlunum á kommunuskrivstovunum, og skorið verður síðani upp í hvørjari kommunu. Hetta fyri at halda koronatilmælini, so ikki ov nógv fólk savnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald