Tað eru rættiliga nógv fólk, sum ganga runt í Havnargøtum uttan nakra staðni at vera, og sum tí leita sær skjól um náttina fyri at leggja seg at sova.
Hetta staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í sambandi við ein tilburð, sum varð fráboðaður í nátt.
Tað var beint eftir klokkan 3, at ein borgari við bústaði nærhendis miðbýnum í Havn hoyrdi onkran gang beint uttan fyri húsini hjá sær.
Hann fór upp at hyggja, og út gjøgnum gluggan sá hann ein mann, sum stóð og skavaðist við hjallin uttanfyri. Maðurin uttan fyri var ókendur, men hann segði seg vilja finna eitt stað at sova. Viðkomandi fekk boð um at sleppa sær burtur, og tað hendi.
Ongin skaði var á hjallinum og onki varð stolið. Kortini valdi borgarin at boða løgregluni frá hendingini. Ein patrúlja varð send út á staðið, men tey sóu onki illgrunasamt.
- Vit hava upplivað fleiri smáinnbrot í Havn í seinastuni, og hava ein illgruna um, at tað kunnu vera heimleys fólk, sum royna at finna sær eitt stað at sova. Tað ganga fleiri slík heimleys í Havn í løtuni, staðfestir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald