Innanlands

Heimleys rikin út úr Sjúkrakassanum

Eigarin av bygninginum fingið boð um at negla fyri

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2023-10-03 08:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 17-tíðina seinnapartin í gjár fekk løgreglan í Havn boð um, at fólk uttan fastan bústað vóru farin inn í ein bygning í miðbýnum, sum stendur tómur, fyri at leita sær skjól fyri náttina.

Talan er um gamla sjúkrakassabygningin á horninum Sverrisgøta/Magnus Heinasonar gøta beint undir liðini á bakarí-bygninginum, sum eisini hevur verið brúktur sum náttarskjól hjá teimum heimleysu og sum er partur av økinum har ætlan er at byggja ein stóran íbúðabygning.

Løgreglan fór a staðið fyri at reka fólkini út úr bygninginum, og eigarin fekk boð um at koma og negla fyri, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder