Innanlands

Heini helt bestu røðuna í Danmark

Annað árið á rað er fer heiðurin fyri at halda bestu donsku røðu til ein føroyskan røðara.

Heini í Skorini (Mynd: Vilas Oluf Thaulow)

Heini í Skorini (Mynd: Vilas Oluf Thaulow)

2025-10-21 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í fjør var tað Sjúrður Skaale, sum fekk heiðurslønina Årets Danske Tale fyri sína røðu á Fólkatingi undir endaorðaskiftinum í fjør.

Les: Sjúrður Skaale fær virðisløn fyri røðu um Hamas

Í ár fer heiðurin til Heina í Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetrinum.

Hann fær heiðurin “Årets Danske Tale” fyri røðuna  “Diktatorer i uniformer og techgiganter i hættetrøjer – og nogle tanker om ytringsfrihedens oversete tvilling”, sum varð hildin á einum veitsludøgurða í Rahbeks Sommerhøjskole í juli 2025.

Víst verður á hesi brotini úr røðuni: 

”(…) presset mod åndsfrihed og dannelse kommer ikke kun fra diktatorer i uniformer eller wannabe-diktatorer i kasketter. Det kommer også fra techgiganter i hættetrøjer i Silicon Valley.”

og  

”(…) vi glemmer ofte ytringsfrihedens lidt oversete og mere introverte tvilling – og det er informationsfriheden. Retten til at modtage og opsøge viden og sandhed. Muligheden for at blive klogere og få adgang til oplysninger, som man behøver for at være et oplyst menneske og en kritisk borger.”

Dómsnevndin sigur m.a. hetta í síni meting:

“Eyðkennið í røðuni er sermerkta tekstahandverkið og evni hansara til at bera fløkt hugskot fram við einum óvanliga høgum upplýsingarstøði. Í røðuni sameinir Heini í Skorini klassiskar hugsjónir um útbúgving við hvøssum eyga fyri dagsins talgildu avbjóðingum. Hann javnvigar elegant millum gaman og álvara, men álvarsemið ræður, og fær okkum til at kenna nakað av órógvi. Tað er ein røða, ið vekir tankar og vísir, at talaða orðið kann gera ein mun”.

Hetta er triðja árið á rað, at “Årets Danske Tale” ikki verður latin einum dana, men einum røðara frá sjálvstýrandi økjunum.

Í fjør fekk Sjúrður Skaale, fólkatingslimur heiðurin – árið frammanundan var tað grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam.

Ársins heiðursløn verður latin á einum tiltaki í Kulturhuset Vartov í Keypmannahavn 11. november. 

Tað er felagsskapurin Danske Taler og Rhetor – Rådgivende retorikere, sum á hvørjum ári kjósa ársins bestu røðu, sum hevur hugtikið og skapt endurljóð í almenna kjakinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder