2023-09-22 16:50
Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur vunnið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum.
Heiðurslønin varð handað honum á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum seinnapartin.
- Við gávumildum og kompetentum samskiftishugi hevur Heini sett føroyska gransking á breddan, eisini uttanlands, var ein av mongu grundgevingunum, sum Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í dómsnevndini, bar fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald