Innanlands

Heini Zachariassen í uppskoti til stóra altjóða heiðursløn

Er tilnevndur Inverstor Allstars-virðislønina 'Entrepreneur of the Year 2020'

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-15 17:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski íverksetin, Heini Zachariassen, er í uppskoti til at verða valdur til ársins íverkseta í ár.

Talan er um heiðurslønina ’Investor Allstars’ har Heini Zachariassen er við í kappingini at gerast ’Entrepreneur of the Year 2020’.

Millum tey, sum fyrr hava fingið hesa virðisløn, er sviin Daniel Ek, stovnari og stjóri fyri Spotify tónleikatænastuni á netinum.

Heini Zachariassen er stovnari og stjóri í eini aðrari vælumtóktari nettænastu, Vivino, ið er ein app har fólk kunnu læra og meta um vín, og eisini ein nethandil til keyp av víni.

Vinnarin verður kunngjørdur 1. oktober á einum tiltaki, sum verður hildið á netinum orsaka av korona-støðuni.

Atkvøðugreiðslan um hvør skal fáa heiðurin fer eisini fram á netinum. Sum skilst, so er atkvøðugreiðslan opin, so øll kunnu atkvøða fram til 25. september.

Atkvøðugreiðslan  fer fram her 

Í tilnevndingini av føroyinginum verður millum annað sagt soleiðis um Heina Zachariassen:

Vivino er heimsins størsta vín-app við 46 milliónum brúkarum og 10 milliónum aktivum brúkarum hvønn mánað, ið hjálpir brúkarunum at minnast góð vín, tey hava drukkið og ómakaleyst gevur teimum møguleika at bíleggja hesi og líknandi vín á appini.

Víðari verður greitt frá, hvussu Heini hevur ment Vivino frá at vera ein app uttan eitt greitt konsept til at gerast heimsins førandi handlari av víni við einum umsetningi á yvir 150 milliónir dollarar.

Vivino hevur nú brúkarar í 227 londum í øllum heimsins pørtum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder