– Vit vilja tilmæla fólki til at sita heima hjá sær sjálvum ella úti í grannaløgunum at lurta og hyggja eftir setanini gjøgnum Kringvarp Føroya, sigur Harald Joensen, formaður í Tórshavnar Ítróttarráð við Útvarpið.
Í dag klokkan 14 verður skrúðgonga og ólavsøkusetanin. Doris Rasmussen setur ólavsøkuna í ár.
Vanliga luttaka millum 800 og 1000 ítróttafólk í skrúðgonguni, men í ár er talið munandi lægri orsakað av tilmælinum frá myndugleikunum, sum ikki loyva fleiri enn 100 at savnast.
Bert fýra fólk úr hvørjum felagi sleppa at luttaka, og 16 feløg hava boðað frá luttøku. Sostatt fara 64 ítróttafólk at ganga skrúðgongu seinnapartin.
Hóast ólavsøkan í ár verður nakað øðrvísi enn undanfarin ár, hevur Tórshavnar Ítróttarráð roynt at gjørt tiltakið so vanligt sum gjørligt, sigur formaðurin.
Umframt tey 64 ítróttafólkini luttaka 15 ross frá Havnar Ríðingarfelag, býráðslimir og Havnar Hornorkestur í skrúðgonguni.
Til ber at fylgja við setanini í bæði útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald