placeholder
Innanlands

Heita vatnið í Eysturoyartunlinum framvegis ein gáta

Jarðfeingi verið í tunlinum og gjørt ymiskar mátingar

Mynd: Jarðfeingi

Mynd: Jarðfeingi

2018-07-17 18:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani arbeiðsmenn í Eysturoyartunlinum fyrst í mai mánaði eftir øllum at døma rendu seg í heitt vatn í tunlinum, hevur Jarðfeingi verið niðri í tunlinum og gjørt ymiskar mátingar.

Tað skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni.

Millum annað við einum termografi, sum sera neyvt kann staðfesta hitabroytingar í grótinum og vatninum frá smárivum í tunlinum.

Men av tí at tilfar varð lagt út yvir botnin til koyribreyt, áðrenn Jarðfeingi vitjaði í tunlinum, hevur ikki verið møguligt at koma nóg nær staðnum aftur.

Kanningarnar higartil geva tó ongar ábendingar um óvanliga heitar umstøður nærindis staðnum, har fyribrigdið sambært arbeiðsmonnunum varð sæð.

Jarðfeingi hevur fingið upplýst, at botnurin skal reinsast, tá ymiskar innleggingar skulu gerast og endalig koyribreyt leggjast á, eftir at skotið verður ígjøgnum í Rókini um eitt ár ella so. Tá verður møguligt at koma fram at staðnum aftur at gera neyvari kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder