
Meira ferð er komin á ferðingina til og frá Føroyum síðani mánadagin, og tað kann væntast, at smitta fer at verða aftur í landinum skjótt, hóast ymisk atlit verða tikin í samband við ferðing.
Les eisini:
Øll skulu testast frá 27. juni
Smittuleyst samfelag er ikki strategiin
Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 11.538 kanningar. Tað skrivar Heilsumálaráðið seinnapartin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. 150 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl, tað vil siga í næstan tveir mánaðir. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 5.268 kanningunum.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald