
Helgi Abrahamsen umhugsar sína støðu í Sambandsflokkinum. Tað sigur hann við útvarpið í kvøld.
Orsøkin er, at Eyðdis Hartman Niclasen, tinglimur fyri Sambandsflokkin, er ein av uppskotsstillarunum í fosturtøkumálinum, og tað er ikki fallið í góða jørð hjá fleiri sambandsfólkum.
Fyrr í vikuni boðaðu fyrrverandi tingkvinnan Edva Jacobsen og valevni hjá flokkinum Áron Vest, at tey meldaðu seg úr flokkinum.
Tað hevur ljóðað at Helgi Abrahamsen eisini var á veg út, men enn er hann so limur í Sambandsflokkinum.
Hann sigur tó við útvarpið, at tað ikki er óhugsandi, at tað fær avleiðingar fyri limaskapin hjá honum, um málið um fosturtøku verður samtykt.
Fosturtøkumálið er skránni fyri tingfundin týsdagin, sum byrjar kl. 9:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald