Fyrrapartin vardi Helgi Winther Olsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya.
Sambært Fróðskaparsetur Føroya fekk verjan væl, og var rættiliga fitt av fólki var komið í Kongshøll at fylgja við.
Helgi Winther Olsen skrivaði sína ph.d.-ritgerð um rørslu í skúlunum.
Ritgerðin eitur Effects of the FIT FIRST FOR ALL school-based physical activity intervention on health-related fitness, well-being, and equitable participation in a Faroese school setting.
Ingi H. Højsted, lektari á Fróðskaparsetri Føroya var forfólk í metingarnevndini, sum eisini var mannað av Hafrún Kristjansdóttir, ið er professari á universitetinum í Reykjavik, og Craig Williams, sum er professari á University of Exeter.
- Metingarnevndin helt, at talan er um sera týdningarmikla gransking, sum Helgi hevur lagt fram í eini vælskrivaðari ritgerð.
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, var høvuðsvegleiðari, Malte Nejst Larsen, adjunktur á SDU, var hjálparvegleiðari, eins og May-Britt Skoradal, sum er lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Sum ph.d.-lesandi hevur Helgi arbeitt og verið innskrivaður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini her. Ritgerðin er esini tøk á Pure-vanganum hjá Helga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald