Hóast bæði fólkatingsumboðini úr Grønlandi, Aaja Chemnitz úr Inuit Ataqatigiit og Aki-Mathilda Høegh-Dam úr Naleraq, ikki stillaðu upp til valið hesaferð, verður broytingin kanska ikki so stór.
Nógv bendir á, at hálvbeiggi Aki-Mathildu, sum veruliga hevur sett sín dám á fólkatingsarbeiðið seinastu sjeyð árini, verður ein av vinnarunum. Og tað er eisini sannlíkt at hitt valið fellur á eitt umboð hjá antin Inuit Ataqatigiit ella Demokraatit.
Millum valevnini hjá Naleraq er Najannguaq Hegelund, sum stóð uttan fyri mentanarhúsið í miðbýnum í Nuuk í gjár og deildi ymiskt valtilfar út saman við Oliver Bech, sum eisini stillar upp fyri sama flokk.
- Tað kennist sum fólk hava størri áhuga fyri valinum hesaferð, greiddi hon frá. Hon sigur, at seinasta árið hevur verið merkt av ótta, serliga í Nuuk.
- Vit opnaðu altjóða flogvøllin fyri hálvum øðrum ári síðani, og hann skuldi veita møguleikar og framburð, men nú er hann vorðin ein trygdarvandi, greiðir hon frá.
Seinastu dagarnar er komið fram, at danski herurin hevði gjørt seg kláran til at spreingja flogvøllin í Nuuk, um talan gjørdist um vápnaða konflikt.
![]()
Heilt nógvir veljarar í Godthaabhallen í dag. Fremst sæst Naaja H. Nathanielsen, eitt av velevnunum til fólatingsvalið (Mynd: EPA)
Lítil spenningur um valið - men stórur spenningur um stjórnina
Valstríðið byrjaði heldur tamt. Tað vóru ikki nógv valevni, sum vóru kend kring alt landið, og tað tóktiskt, sum fólk aftraðu seg við at stilla upp. Til framløguna av politikkinum hjá IA, sum formaðurin, Múte B. Egede legði fram, varð sagt at fleiri valevni fóru at koma á listan, og gitt varð um hvønn talan kundi verða um. Og nakrar dagar seinni gjørdist greitt, at Naaja Nathanielsen, sum er Naalakkersuisoq (FO: landsstýrisfólk) stillaði upp og Kuupik Kleist, sum hevur verið landsstýrisformaður og fólkatingsumboð fyri Grønlandi, eisini stillaði uppaftur.
Lyftini hjá flokkinum vóru ikki so ólík lyftum úr Føroyum, har fleiri flokkar hava tosað um eina tjóðarsemju, sum skal gera øll londini í ríkisfelagsskapinum javnstillað.
- Vit skulu ikki longur verða nummar 2 í hesum kongaríkinum. Øll skulu verða nummar 1, greiddi Múte B. Egede frá eftir tíðindafundin. Lyftini vóru ikki ólík teimum, sum Jens Frederik Nielsen hjá Demokratiit og núverandi formaður í Naalakkersuisoq, greiddi frá. Og hjá teimum var Anna Wagenheim, sum eisini er landsstýrisfólk, á listanum og beinavegin mett at verða eitt av umboðunum, sum kann verða valt í kvøld.
Men júst at tvey umboð í landsstýrinum stillaðu upp gjørdi, at valið fekk ein annan týdning. Síðani valið til Inatsisartut í fjør hevur Grønland havt eina samstarvstjórn við øllum flokkum uttan Naleraq.
Siumut, sum hevur sitið í samstarvsstjórini í Grønlandi, legði bæði Demokratiit og IA undir lógar- og lyftisbrot, tí at tvey landsstýrisfólk stillaðu upp uttan at taka farloyvi. Og at enda hevði støðan við sær, at Siumut fór úr samgonguni. Men søgan endaði heldur ikki har. Helst sterkasta umboðið hjá flokkinum, Vivian Motzfeldt, sum hevur verið landsstýrisfólk í uttanríkismálum í hesi stjórnini, var ikki kunnað um avgerðina, og tók seg úr flokkinum saman við Kim Kielsen, fyrrverandi formanni í flokkinum.
![]()
(Mynd: EPA)
“Vit fáa ein” - men hvør verður størstur?
Ongar veljarakanningar hava verið kunngjørdar, men roknað verður við at tjóðskaparflokkurin Naleraq, sum er einasti flokkurin, sum ikki er í samgongu, fær eitt av valevnunum, og at talan verður um Qarsoq Høegh-Dam. Og óansæð hvør næsta umboðið verður, er líkt til at talan verður um eitt umboð í landsstýrinum. Og tá Vivian Motzfeldt ikki er limur í nøkrum flokki, skal nýtt landsstýrisfólk í uttanríkismálum eisini finnast. Tí verður talan um eina umskipan av landstýrisfólkum óðansæð hvat.
Í ávísan mun verður valið í kvøld eisini eitt støðumet hjá stjórnini, heldur Najannguaq Hegelund, sum til dagliga arbeiðir við rættindum hjá grønlendingum í felagsskapinum Sila 360, sum hevur arbeitt við málunum um at grønlendsk børn í Danmark verða koyrd í fostur ov ofta.
Hon greiddi frá, at valið í kvøld kanska kann gerast byrjanin til eitt annað valstríð, sum hevur størri týdning fyri flestu grønlendingar.
- Talan verður um eitt gott vísi um vit fara at hava val til Inatsisartut í ár ella seinni, og hvat størsti flokkur í Grønlandi verður til tað valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald