Innanlands

Helst eingin sigling um Suðuroyarfjørð hósdagin

Sambært Strandferðsluni kann roknast við, at Galaxy liggur í morgin - hetta vegna vána veðurforsøgn. Harvið er enn ein orsøk til ónøgd

Galaxy kann ikki sigla í ávísum veðurumstøðum, og tað órógvar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Galaxy kann ikki sigla í ávísum veðurumstøðum, og tað órógvar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-17 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Galaxy og siglingin um Suðuroyarfjørð hava skapt øsing og órógv hjá serliga suðuroyingum í seinastuni.

Suðuroyingar kenna seg - av røttum - við sviðið soð - nú ferðasambandi er, sum tað er, meðan Smyril er í dokk. 

Spurningar hava verið um trygduna. Millum annað kundi Kringvarpið í gjár vísa á, at Galaxy hevur siglt ólógliga onkran túrin: Við opnum hekkuportri.

Avloysaraskipið siglir færru túrar, enn Smyril vanliga ger, og fyrr í mánaðinum hevur siglingin verið nakað óstøðug. Nakrir túrar vórðu fluttir ella avlýsir vegna veður. Talan er um veðurlíkindi, sum Smyril vanliga hevði siglt í. Sjálvandi er neyðugt at avlýsa ella flyta, um tað ikki er trygt, men støðan órógvar.

Galaxy kann ikki sigla í ávísum veðurumstøðum, og vegna "vána veðurforsøgn" í morgin kann roknast við, at engin sigling verður á leið 7 hósdag 18. septembur.

Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari í morgun. 

Harvið noyðast nógv fólk helst at finna aðrar loysnir, um tey skulu úr Suðuroynni ella til har frá í kvøld og eitt stórt samdøgur fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder