Innanlands

Helt ikki treytaðu víkiskylduna

Ferðsluóhapp var í Norðragøtu seinnapartin. Talan var um stóran materiellan skaða 

2020-05-26 16:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein bilur kom koyrandi eftir landsvegnum og varð árendur av einum, sum kom úr Norðragøtu - tann bilførarin hevði ikki yvirhildið treytaleysu víkiskylduna.

Hetta upplýsir løgreglan seinnapartin. Allir smálutirnir eru ikki greiðir enn, men upplýst varð, at stórur materiellur skaði var, og tveir sjúkrabilar komu á staðið. 

Meira kann løgreglan ikki siga í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder