Innanlands

Helt ikki víkiskylduna

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Leirvík

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-19 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bilførari er skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskylduna í sambandi við eitt ferðsluóhapp í Leirvík í gjárkvøldið.

Tað var klokkan 19, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein bilur hevði rent á ein annan og varð rýmdur av staðnum. Tað eydnaðist tó løgregluni at fáa fatur á bilføraranum.

Talan var ikki um eitt álvarsligt ferðsluóhapp, men har var eitt sindur av materiellum skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder