2025-09-28 10:32

Fyrrapartin í gjár, klokkan 11.15 var eitt ferðsluóhapp omanfyri Skála.
Ein bilur helt ikki víkiskylduna, tá hann skuldi snara inn á Skála, og rendi hann tí saman við einum mótkoyrandi bili.
Trý fólk vóru í eina bilinum, og tvey í hinum, men eingin teirra fekk skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at báðir bilarnir fingu skaða.
Klokkan fimm í morgun var eitt annað ferðslumál í Eysturoynni.
Løgreglan steðgaði einum bili, har førarin vísti seg at vera ávirkaður av rúsdrekka, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald