98 metrar vóru boraðir í Sandoyartunlinum í síðstu viku, og nú eru 5.409 metrar boraðir tilsamans. Hetta er helvtin av tunlinum, sum verður 10.785 metrar til longdar.
Í Traðardali var hildið á at bora fyrsta pumpubrunnin á tí síðuni. Fimm pumpubrunnar eru í Sandoyartunlinum, eins og í Eysturoyartunlinum. Hetta annar brunnurin sum verður boraður. Brunnarnir eru sera umfatandi at bora og eru um 60 metrar langir. Brunnarnir skulu klára at rúma øllum vatninum, sum lekur inn í tunnilin í tvey samdøgur, um so er at til dømis ólag kemur á pumpuskipanina.
(Estunlar.fo)
Í síðstu viku vóru 27 metrar av tunli boraðir í Traðardali. Har eru nú boraðir í alt 2.803 metrar, og teir eru á 77 metrar dýpi.
Á Gomlurætt vóru í síðstu viku boraðir 71 metrar. Har eru nú í alt 2.606 metrar boraðir, og teir eru á 117 metrar dýpi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald