Innanlands

Hendrik á Fríðriksmørk nýggjur leiðari í ungdómshúsinum í Sjóvar kommunu

Hann er útbúgvin lærari og hevur verið partur av starvsfólkatoyminum í ungdómshúsinum

2025-08-15 11:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hendrik á Fríðriksmørk er nýggjur leiðari í ungdómshúsinum í Sjóvar kommunu.

Hendrik er 30 ára gamal, útbúgvin lærari og arbeiðir til dagligt í Runavíkar kommunuskúla á serøkinum.

Hendrik hevur verið partur av starvsfólkatoyminum í ungdómshúsinum, og kennir hann tí væl umstøðurnar og tilboðið.

Ungdómshúsið hevur verið stongt í summarfrítíðini, men letur upp aftur í fríggjakvøldið 15. august, kl. 19.30.

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder