![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Hendrik Egholm og Christian Nagata hava keypt partapeningin í P/F Bilasøluni frá Gunnari Justinussen og Rúna Lindberg.
Hesum boða nýggju eigararnir frá í tíðindaskrivi.
Framyvir verður Hendrik Egholm stjóri, og Christian Nagata nevndarformaður.
P/F Bilasølan, sum heldur til á Vegnum Langa í Hoyvík, umboðar Audi, Volkswagen, Skoda og Mazda. Umframt mekaniskan verkstað, eigur Bilasølan eisini plátuverkstaðin Prolakk. 30 fólk starvast á Bilasøluni/Prolakk.
Hendrik Egholm hevur seinastu 13 árini verið stjóri í Magn, men fyrr í ár segði hann seg úr starvi. Christian Nagata eigur og rekur Sendistovuna umframt onnur feløg.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald