2018-08-04 10:07
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, setur ársins ovastevnu undir Mikkjalsveggi, í dag kl 14, boða fyrireikararnir frá.
- Hann er bersøgin, hittinorðaður og nógv umtalaður í Nólsoy í vár. Hann er landsstýrismaður í samferðslumálum, og nú kemur hann til Nólsoyar á ovastevnu, siga fyrireikararnir í skrivi. Havnar hornorkestur fer eisini at seta sín dám á løtuna.
Strandferðslan hevur boðað frá, at Ternan siglir til Nólsoyar í dag eftir lýstu Ovastevnu-ferðaætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald