Innanlands

Henrik Old: Løgmaður hevur síðsta orðið, men verðin skramblar ikki hóast eg ikki eri landsstýrismaður

Um løgmaður heldur fast við, at Dalstunnilin skal gerast fyrst, verður tað so, sigur landsstýrismaðurin

2018-09-25 19:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Løgmaður er tann sum hevur síðsta orðið, og eg kenni komandovegir øgiliga væl. Um løgmaður helur fast við tað, verður tað Dalstunnilin fyrst.

Tað ásannaði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, tá hann var gestur í Degi & viku í kvøld.

Sjálvur heldur landsstýrismaðurin at Fámjinstunnilin skal gerast.

- Mítt tol er ikki til at sita og hyggja upp í luftina í nakrar mánaðir. Hvat tað merkir mugu vit fáa at síggja.

- Verðin skramblar ikki saman um eg siti í landsstýrinum ella ikki. Tað er ikki tað, tað snýr seg um, segði Henrik Old í Degi & viku, sum segði seg ætla at prógva, at tunlarnir kunnu gerast fyri hálvan prís.

- Eg standi við endan, og eg ætli mær at prógva, at tað ber til at gera hasar tunlarnar fyri hálvan prís í mun til Viðareiðistunlinum.

- Eg gevi ikki skarvin yvir, fyrr enn eg eri flatur. Tað nyttar ikki at trýsta meg til nakað sum helst, segði Henrik Old.

Hoyr samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder