Enn er greiða ikki komin á tunnilsfløkjuna, sum hevur tikið seg upp í Javnaðarflokkinum síðani løgmaður og formaðurin í flokkinum, Aksel V. Johannesen, í síðstu viku gav boð um, at Dalstunnilin skuldi gerast áðrenn Fámjinstunnilin.
Hóast Bill Justinussen í grein 52a fyrispurningi til Henrik Old, landsstýrismann, spyr beinleiðis um tunnil til Fámjins verður gjørdur áðrenn farið verður undir Dalstunnilin, so fæst ikki eitt greitt svar.
- Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at ferðasambandið til smærru bygdirnar er nøktandi, og umrøður landsstýrið í hesum døgum, hvør raðfylgja fyri tunnilsgerð er best, sigur Henrik Old í svarinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at Landsverk hevur fyrireikað arbeiðið við Famjinstunlinum í vár og í summar. Lokala náttúrufriðingarnevndin hevur góðkent verkætlanina, og yvirfriðingarnevndin fer á ástaðarfundi nú fríggjadagin at viðgera verkætlanina.
- Landsverk metir, at tað kostar millum 40 til 60 milliónir krónur at gera alla verkætlanina. Útgerð er fingin til vega til at kunna fara undir at bora smærru tunlarnar. Sambært uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2019 verða 7,0 milliónir krónur játtaðar til tunnilsliðið hjá Landsverki.
- Vónandi fer Løgtingið at hækka játtanina til tunnilsliðið, sigur Henrik Old.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald