
Útnorðurráðið hevur í dag hildið ársfund. Orsaka av covid-19 støðuni varð fundurin á fyrsta sinni hildin sum talgild videofundur á netinum.
Í útnorðurráðnum sita umboð fyri løgtingið í Føoyum, altingið í Íslandi og landstingið í Grønlandi.
Formansskapurin í Útnorðurráðnum gongur upp á skift millum londini, og á fundinum varð Henrik Old valdur til formann hetta komandi árið, meðan Vivian Motzfeldt verður fyrsta næstforkvinna og Guðjón S. Brjánsson annar næstformaður.
Millum samtyktirnar, sum vórðu gjørdar á fundinum hesaferð var ein lýsing, sum stuðlar ynskjunum hjá Føroyum og Grønlandi at gerast atlimir í alheims heilsufelagsskapinum WHO.
Ráðið samtykti at miðsavna set um umstøðurnar hjá ungdóminum í útnorði, og hetta verður eisini evnið á ráðstevnuni, sum ráðið skipar fyri komandi ár.
Næsti ársfundur verður hildin á heimabeitinum hjá formanninum, nevniliga í Suðuroy í døgunum 31. august og 1. september komandi ár. Ráðstevnan verður í Igaliku í Grønlandi 23. og 24. juli 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald