Innanlands

Her er Ársins Summarmynd

Á leið 2.000 myndir vórðu lagdar út á sosialu miðlarnar í sambandi við átakið #ferðistíegnumlandi

(Mynd: Sandra Gleðishegg)

(Mynd: Sandra Gleðishegg)

2020-09-03 07:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Myndin er kosin tí hon sameinir náttúru, mentan, familjulív og føroyskt summar á ein serliga fangandi hátt. Kappingin varð partur av átakinum “Ferðist í egnum landi” og fyriskipararnir fegnast um góða undirtøku.

Á leið 2.000 myndir við #ferðistíegnumlandi eru tilsamans lagdar á Instagram og Facebook seinastu mánaðirnar. Tað var tískil torført at velja eina mynd burturúr, men júst hendan myndin lýsti summarið í Føroyum serliga væl.

Bárður Eklund, ið er fotografur og starvast á Visit Faroe Islands, greiðir soleiðis frá:

- Myndin er góð tí hon sameinir føroyska náttúru, mentan og familjulív á ein serliga fangandi hátt. Ein kann ímynda sær at nærveran ímillum seyðin og barnið fer at standa sum eitt barndómsminni um eitt gott summar. Har vóru fleiri aðrar myndir, sum høvdu fotografiskar styrkir, men akkurát hendan myndin fangar á ein serstakan hátt, júst hvat “Ferðist í egnum landi” snýr seg um.

Tað er Sandra Gleðishegg, sum eigur vinnara myndina. Øll sum høvdu lagt myndir út saman við #ferðistíegnumlandi á Facebook ella Instagram fram til 1. september vóru við í kappingini. Til ber at síggja allar myndirnar við at leita uppá #ferðistíegnumlandi á Facebook og Instagram.

Fyriskipararnir vísa á at tey, sum so dúgliga hava lagt myndir út, eiga sín part í at tað hevur eydnast at fáa so nógv at ferðast kring oyggjarnar í summar.

- At so nógv hava lagt myndir út, hevur varpað enn meira ljós á møguleikarnar við at ferðast í egnum landi, og hetta hevur óiva eggjað enn fleiri at taka av hesum møguleika. Tað eru vit, sum vara av “Ferðist í egnum landi”, sjálvsagt sera fegin um, sigur Alda Eglistrøð Magnussen, verkætlanarleiðari á Visit Faroe Islands.

Tað eru Ferðavinnufelagið, kommunur, kunningarstovur og Visit Faroe Islands sum í felag standa aftan fyri átakið.

Vinnarin fær fýra atgongurmerkið at síga niður á Tinghellu 6. september 2020, tá ið seinasti skipaði túrurin á ferðist.fo verður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder