Um eina viku er ólavsøkuaftan. Seinastu mánaðirnar hevur óvissa verið um tjóðarhátíðina orsakað av koronastøðuni. Festivalarnir í summar eru avlýstir/útsettir, men summarstevnur hava verið á ein ella annan hátt.
Seinastu tíðina er meira og meira komið fram um, hvussu ólavsøkan 2020 verður hildin, og Tórshavnar kommuna hevur fyrrapartin kunngjørt skránna.
- Býurin verður skrýddur og prýddur, og ólavsøkan verður sett við skrúðgongu, sum siður er ólavsøkuaftan. Tó verða færri luttakandi sambært almennu tilmælunum, og til ber eisini at fylgja við setanini heimanífrá, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari
Ein røð av tiltøkum eru á breddanum á ólavsøku. Summi, til dømis skrúðgongan ólavsøkudag, midnáttarsangurin og ólavsøkukabarettin, verða at síggja í Kringvarpinum og annað verður stroymt. Annars eru ymsar framsýningar á skránni, kappróðurin verður hildin so at siga sum vanligt, og tríggir dystir í Betrideildini hjá monnum verða leiktir.
Kommunan mælir annars til, at ólavsøkan í stóran mun verður hildin í grannaløgunum og sambært almennu tilmælunum
Skráin, sum í ár er talgild burturav, kann síggjast her
Innanlands
Her er ólavsøkuskráin
Hon er styttri enn vanligt og øðrvísi í mun til undanfarin ár, men nógv ymisk tiltøk eru á skránni
2020-07-21 11:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald