Ólavsøkan nærkast, og talan verður í ár um eina serstaka ólavsøku, har færri tiltøk verða, og har færri fólk fara at savnast.
Tó verður, á ymsan hátt, hildið fast í nógv av tí, sum hoyrir tjóðarhátíðini til. Eitt av tí er midnáttarsangurin, sum í ár verður sungin í grannaløgunum og ikki á Vaglinum, ið vanligt er.
Tað fer eisini at bera til at fylgja við sanginum í Kringvarpinum, har tónleikarar fara at syngja og spæla fyri, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Mynd: Tórshavnar kommuna
Sangheftini til sangin á miðnátt ólavsøkudag kunnu fáast í prentaðum líki í Snarskivuni og í Kunningarstovuni í Steinatúni. Tey verða eisini koyrd út til grannaløgini, ið hava fingið játtað stuðul. Sangheftið kann síggjast her.
Tað er eisini sermerkt í ár, at sangheftið so at siga er kutað niður í helvt. 11 sangir verða sungnir ístaðin fyri 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald