Mentan

Her er skráin fyri Summar Festivalin

Nik & Jay verður hóskvøldið, UB40 fríggjakvøldið og DJ Ötzi leygarkvøldið. Harumframt ein rúgva av øðrum nøvnum

(Mynd: Summar Festivalurin)

(Mynd: Summar Festivalurin)

2025-07-26 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Summar Festivalurin 2025 bjóðar konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar umframt framførslur og undirhald í Silvalandi og í Tjaldbygdini.

Útlendsku høvuðsnøvnini í ár eru UB40 ft. Ali Campbell úr Bretlandi, Nik & Jay úr Danmark, DJ Ötzi úr Eysturríki og hálvføroyska Brimheim úr Danmark. Haraftrat framføra nógvir føroyskir bólkar og solistar.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Niðanfyri ber til at síggja skránna fyri festivalin. Serstøk skrá er fyri Silvaland – hon kann síggjast á heimasíðuni sf.fo.

SUMMAR FESTIVALURIN 2025

HÓSDAGUR 7. AUGUST

Vágsbøur
22.00: Nik & Jay
01.00: Páll Finnur Páll

Tjaldið
20.00: Son of Fortune
23.30: Sakaris

Torgið
19.00: Anna Lovisa
21.00: Gunnva
00.30: Magni Christiansen

FRÍGGJADAGUR 8. AUGUST

Vágbøur
21.00: Linda Andrews
22.00: UB 40 ft. Ali Campbell
01.00: Dynamit
03.00: Swardi

Tjaldið
19.45: Systrarnar á Lakjuni
23.45: jazzygold
02.15: Grandma's Basement

Torgið
19.00: Kalas
20.30: Ester Skála
00.30: Herborg Torkilsdóttir

LEYGARDAGUR 9. AUGUST

Vágsbøur
17.00: Øll elska Disney
20.00: Kular Røtur 25 ár
22.30: DJ Ötzi
01.30: Brimheim

Tjaldið
19.00: Kári P
21.00: Lena Anderssen
23.45: Eyðun Nolsøe
03.00: DJ Haraldsen

Torgið
18.15: Guðrun Sólja
21.45: Signar í Homrum
00.45: Laila & Malan
02.30: Voices of Rock


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder