Innanlands

Her er skráin fyri Varmakelduna

Stevnan byrjar í morgin

2020-07-02 17:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skráin á Varmakeldu 2020

 

3. juli - Fríggjadagur

12.00 - 22.00 Restaurant Muntra opið.

14.00 - 03.45 Patrick's opið. Sonni Petersen spælir kl. 22.00 - 02.00.

15.00 - 17.30 Piddasahandil og Gallerí Ribarhús opið. Kaffidussur og heimavirka til keyps. Marjun í Lambanum hevur málningaframsýning.

16.00 Fernisering í Mentanarhúsinum við Janus á Húsagarði. Málningarnir eru í caféini og gongini. Øll eru vælkomin.

16.00 - 22.00 Støkkupp hugnacafé í Mentanarhúsinum.

18.00 Janus á Húsagarði syngur í caféini í Mentanarhúsinum. Ókeypis atgongd.

17.00 - 22.00 Pitsa 530 opið.

 

 

4. juli - Leygardagur

09.00 Ársins kvinnutúrur 2020
Funningsfjørður - Elduvík - Oyndafjørður - Hellurnar - Fuglafjørður.
Torleikstig: hetta er ein miðal túrur sum er drúgvur 6 - 8 tímar.

Byrjað verður í Funningsfirði kl 09.00
Í einum neysti í Elduvík, verður borðreitt við breyði við føroyskum viðskera, eisin verður kaffi, te og vatn at fáa, ímeðan tveir ungir strúkarar spæla klassiskan tónleik.
Í Oyndarfirði verður heimagjørd skuffukøka, kaffi, te og vatn á skránni.
Í Fuglafirði eta vit matpakka áðrenn bussur koyrir okkum aftur til Funningsfjørð.
Kostnaður: 900 kr / matur og drykkivørur íroknað. Tekning til túrin fer fram á hiking.fo

10.00 - 16.00 Handlarnir Fjord, Vørslan, Kato og NoðaStova hava opið.

11.00 - 14.00 Piddasahandil og Gallerí Ribarhús opið. Kaffidussur og heimavirka til keyps. Marjun í Lambanum hevur málningaframsýning.

12.00 - 22.00 Restaurant Muntra opið.

12.00 Í Fløtugerði ÍF - FC/H U15 dreingir.

14.00 - 03.45 Patrick's opið. Pubquiz kl. 20.00 - 22.00. Wolfgang v/ EInar Jacobsen og Bergmann Finnson spæla um kvøldið.

15.00 Í Fløtugerði. ÍF - HB Betri deildin menn.

16.00 – 22.00 Mentanarhúsið opið. Framsýning við Janus á Húsagarði. Okkurt lætt og søtt at leska sær við frá Gómagott er til sølu í caféini, inntil vínkúllarnir taka yvir klokkan seks.

17.00 Torgið við Mentanarhúsið: Tórshavnar Manskór syngur.

17.00 - 22.00 Pitsa 530 opið.

17.30 Í Fløtugerði. ÍF - UndriðFF 3. deild menn.

18.00 - 22.00 Tapas- & vín støkkupp við vínkúllunum í Mentanarhúsinum. Mat- og vínúrval sæst á FB síðuni hjá “Hugnaløtur”, avmarkað nøgd og eingin borðbílegging.

20.00 Tinganest konsert í Mentanarhúsinum. Hetta er ein konsert, sum skuldi vera á flaggdegnum, sum endiliga fær verið. Bílegg atgongumerki á atgongumerki.fo

22.30 Varmakelduhugni. Vit hittast um bálið niðri á Varmakeldu. Sámal Matras heldur røðu og vit syngja í felag. Um veðrið ikki er í summarhýri, hittast vit heimi á Oyrini ístaðin.

 

5. juli - Sunnudagur

11.00 Gudstænasta í Fuglafjarðar kirkju. Øssur Kjølbro er prestur.

12.00 - 22.00 Restaurant Muntra opið.

14.00 Í Fløtugerði. Straffikapping.

14.00 - 23.00 Patrick's opið.

15.00 - 18.00 Piddasahandil og Gallerí Ribarhús opið. Kaffidussur og heimavirka til keyps. Marjun í Lambanum hevur málningaframsýning.

15.00 - 19.00 Støkkupp hugnacafé í Mentanarhúsinum.

16.00 Konsørn v/ Jan Rúna Poulsen og Mattias Kapnas - summartónakonsert í Mentanarhúsinum. 100 kr við dyrnar. Tónleikanæmingar og børn ókeypis.

18.00 Í Fløtugerði. ÍF/Vík/B68 - AB Betri deildin Kvinnur.

17.00 - 22.00 Pitsa 530 opið.


Fuglafjarðar kommuna

placeholder
placeholder