Norð Festivalurin er farin í gongd og til klokkan fýra í nátt er alt møguligt á skránni.
Spælilandið læt upp á middegi, og viðingar fletta eina kíugv seinnapartin. Halleluja Sofus hevur fyrstu framførsluna á festivalinum klokkan 15 til seint í nátt eru framførslur.
Tveir bussar koyra pendulfart millum Klaksvík og Viðareiði. Teir koyra ókeypis hvønn heilan tíma fram til sunnumorgunin, so góðir møguleikar eru at fáa fart báðar vegir. Bussarnir steðga í Eiðsvík, fimm minuttir til gongu frá festivaløkinum, og á sandinum í Klaksvík.
Eisini verður koyrt úr Klaksvík til Havnar gjøgnum Sundalagið tá festivalurin er liðugur í nátt. Kostnaður fyri hetta er 100 krónur.
Enn er ikki útselt til festivalin, men fyriskipararnir siga at tað byrjar veruliga at ganga undan, so tað er skunda sær.
Her er skráin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald