Innanlands

Her rakti Sjóborg boripallin

Masturin nam við festið til bjargingarbátarnar

(Mynd: Equinor)

(Mynd: Equinor)

2019-06-07 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talan var bara um materiellan skaða, tá føroyska frálandaskipið Sjóborg í nátt bar við oljuboripallin Statfjord A í Norðsjónum.

Felagið Equinor hevur nú kunngjørt myndir av skaðanum. Tað vísir, at Sjóborg hevur rakt við festið, har lívbjargingarbátarnir á pallinum hanga.

Hóast ongin vandi var á fer fyri manningina, vóru stig tikin til at flyta tey 276 fólkini á boripallinum yvir á aðrar pallar í nánd.

Equinor skrivar í tíðindaskrivi, at tvær SAR bjargingartyrlur hava flutt fólk av óhapsrakta pallinum yvir á pallarnar Statfjord B, Statfjord C og Gullfaks A. Tilbúgvingarskipið Stril Herkules er komið til Statfjord A fyri at hjálpa til við evakueringini og kanna skaðarnar.

Sjóborg er nú á veg móti Bergen. 

Les eisini:

Sjóborg rendi á boripall í nátt

Kenna ikki orsøkina til óhappið enn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder