Í dag, flaggdagin, kemur út nýggj fløga, ”Eyðkenni” hjá Herborg Hansen. Herborg úr Klaksvík er sangari og sangskrivari, og hevur lisið tónleik á fróðskaparsetri í Skotlandi. Í hesum samanhangi kom verkætlanin Eyðkenni í lag, sum partur av hennara Master of Arts lestri í sangskriving.
Á fløguni eru sjey sangir, ið hvør á sín hátt hugleiða um føroyska siðvenju og samleika.
Herborg hevur búð uttanlands í 10 ár, síðani hon var 18 ára gomul, og hevur hon upplivað og eygleitt nógvar ymiskar mentanir. Fløgan er merkt av hesum og eisini hugkveikt av hennara fagnaðarmerktu heimkomu, ið tá stóð fyri durum, til jólar 2018.
Tónleikaliga kann blandaður íblástur hoyrast, frá folk til post punk og dream pop sjangrunum. Sangirnir eru yrktir á enskum, og eru at hoyra á Spotify og Itunes. Avmarkað nøgd av fysiskum eintøkum verða eisini til keyps.
“The music is very well produced, richly layered and – particularly in the vocal performances – beautifully rendered” David Scott, University of the West of Scotland
Av fløguni kann sangurin ’Bil’ sigast at vera hóskandi staklag. Tað lagið handlar um “at sleisa”, ella at koyra biltúr, og er eitt av meira livandi tónunum. Síðani er enska kvæðið ’The Dance’ eisini ein serstakur sangur, ið kann fáa onkrar eygnabrýr til at reisast.
Fløgan er gjørd í samstarvi við unnustan, skotska tónleikaran og teknikaran James Paul Clarke.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald