Innanlands

Herborg H. Gaardlykke farin úr býráðnum í Vága kommunu

Inn fyri Herborg er komin ein annar nýggjur ungur býráðspolitikari, Jóhannus Hansen úr Sandavági

2023-09-01 09:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vága kommuna: Á fyrsta býráðsfundi eftir summarsteðgin, boðaði Herborg H. Gaardlykke frá, at hon tók seg úr býráðnum.

Herborg H. Gaardlykke varð vald fyri fyrstu fer í býráðið á kommunuvalinum í november 2020, einans 19 ára gomul og lesandi á triðja ári á Glasi. Men nú hevur hon valt at fara víðari við sínum lesnaði og flytur til Keypmannahavnar at lesa.

Inn fyri Herborg er komin ein annar nýggjur ungur býráðspolitikari, Jóhannus Hansen úr Sandavági. Av tí sama skuldu nevndirnar í býráðnum veljast av nýggjum og varð tað gjørt á býráðsfundinum sum var týskvøldið 29. august, nýggju nevndirnar kunnu síggjast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder