Innanlands

Herborg L. Johannesen vart ph.d. um jodinntøku

Hóast føroyingar ikki hava sveran jodmangul, er lítil mangul kortini funnin hjá vaksnum kvinnum og barnakonum. Hetta kann hava týdning fyri heilsuna og møgulig avleiðing er stoffskiftissjúkur

Á myndini frá vinstru: Maria Skaalum Petersen, Anna Sofía Veyhe, Claus Bogh, Jens Tølbøll Mortensen, Herborg L. Johannesen, Carsten R. Bjarkam, Maria Andersson og Stig Andersen (Mynd: Granskingarráðið)

Á myndini frá vinstru: Maria Skaalum Petersen, Anna Sofía Veyhe, Claus Bogh, Jens Tølbøll Mortensen, Herborg L. Johannesen, Carsten R. Bjarkam, Maria Andersson og Stig Andersen (Mynd: Granskingarráðið)

2025-09-06 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 5. september 2025 vardi Herborg Líggjasardóttir Johannesen ph.d. ritgerð sína um jodinntøku og kost í Føroyum.

Ritgerðin hevur heitið "Jodinntøka í Norðuratlantshavi: Lýsing av jodinntøku og kostinum í Føroyum". Hon varpar ljós á jodstøðið í Føroyum og hevur týdning fyri bæði heilsufakliga vitan og framtíðar heilsupolitikk, skrivar Granskingarráðið.

Heimsheilsustovnurin (WHO) mælir til regluligt eftirlit við jod-støðuni, serliga hjá barnakonum, tí jod er avgerandi fyri virksemið hjá skjaldkertlinum (evnaskiftið) og menningina av heilanum hjá fostrum og nýføðingum. Bæði ov lítið og ov nógv jod kann hava neiligar heilsuavleiðingar.

Í ritgerðini er jodinnihaldið í føroyskum matvørum kannað, og jodstøðið hjá ungum, vaksnum og barnakonum er mett.

Úrslitini vísa, at hóast føroyingar ikki hava sveran jodmangul, er lítil mangul kortini funnin hjá vaksnum kvinnum og barnakonum. Hetta kann hava týdning fyri heilsuna og møgulig avleiðing er stoffskiftissjúkur. Kosturin hevur ein avgerandi leiklut í jodinntakinum. Søguliga hava føroyingar etið nógv av fiski, sjófugli og tara, sum eru matvørur við høgum jodinnihaldi. Men broyttir matvanar kunnu hava elvt til fallandi jodstøði.

Í Danmark og øðrum londum er jodríkað salt kravt í matframleiðslu, men hetta er ikki galdandi í Føroyum. Sjálvbodna skipanin kann elva til ójavnt jodinntak.

Ritgerðin gevur eina mynd av jodstøðuni í Føroyum og skjalfestir eina broyting, sum kann elva til jodmangul. Hon gevur eitt íkast til kjak um kost og heilsu og kann vera grundarlag undir møguligum heilsupolitiskum átøkum.

Herborg L. Johannesen er serlækni á Landssjúkrahúsinum og hevur arbeitt við verkætlanini har. Hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti.

Eftir verjuna og ein stuttan fund kunngjørdi Carsten R. Bjarkam, formaður í metingarnevndini, at tað var ein samd nevnd, sum innstillaði til Aalborg Universet, at Herborg fær ph.d.-heitið fyri ritgerð og verju, skrivar Granskingarráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder