Mentan

Herborg Torkilsdóttir spælir á Summar Festivalinum í august

Hevur framførslu saman við Rakul Petersen á Torginum

Rakul Petersen og Herborg Torkilsdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Rakul Petersen og Herborg Torkilsdóttir (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-19 21:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir verður við á Summar Festivalinum í august.

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

Á Summar Festivalinum hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen á Torginum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder