2023-10-06 15:00
Mánadagin herðir Felagi Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verkfallið. Fakfelagið hevur í dag boðað Fíggjarmálaráðum frá, at verkfallið sum longu frammanundan er galdandi fyri flestallar seingjardeildir í Sjúkrahúsverkinum, verður nú eisini galdandi á Skurðambulatorium B3 á Landssjúkrahúsinum.
Hetta verður galdandi frá mánaadegnum klokkan átta.
Arbeiðið á B3 fevnir um forkanningar, journalupptøkur, diagnostisering, viðgerð og eftirkanningar.
Les eisini: Undantøkini verða longd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald