Granskingarráðið: Hergeir Teitsson vardi fríggjadagin 18. oktober ph.d.-ritgerð sína á DTU Space.
Ritgerðin ber heitið: “Geoid Determination for Precise Satellite Height Measurements”.
Hergeir sigur soleiðis um sítt granskingarøki:
- Hæddarskipanir á landi eru knýttar at tyngdarfeltinum á jørðini og staðbundnu frábrigdum tess og vísa vanliga til staðbundna miðal sjóvarmálan, sum eisini nevnist geoidan. Men GPS/GNSS tøkni mátar hæddir í mun til tað sonevndu referensuellipsoiduna, ein støddfrøðiligan jarðarmyndil, ið globalt víkur frá miðal sjóvarmálanum við ±100 metrum (t.d. millum 55,5 og 57,0 metrum í Føroyum).
- Fyri at smidliga og neyvt kunna nýta GPS/GNSS tøkni í mun til staðbundnar hæddarskipanir er tískil alneyðugt við neyvari tyngdarfeltsmodellering. Hæddarskipanir hjá londum vísa aloftast til ymiskar staðbundnar sjóvarmálar/geoidur og gevur hetta ósamsvar millum hæddarmátingar millum grannalond. Altjóða hæddarreferansuskipanin IHRS (International Height Reference System) varð ásett í 2015 fyri at loysa hesar trupulleikar og at ávísa ein standardiseraðan leist.
Ph.d.-ritgerðin savnar seg um eina røð av ymiskum fyribrigdum, ið kunnu betra neyvleikan á geoidum: geoidu modellering, innsavning av tyngdardátum, røkt av tyngdarkervum og sameining av lokalum hæddarskipanum í eina altjóða hæddarskipan.
Høvuðsdentur er á økið, sum fevnir um norðurlond og baltalond, Danmark, Føroyar og Grønland. Høvuðsúrslitini fevna um dagføringar av staðbundnum geoidumyndlum, eyðmerking av sannlíkum hallum í nivellerings-netunum í Danmark og Lettlandi, tyngdarkraftsmátingar í flogfari í Namibia og Malaysia, og sambinding millum ávíkavist donsku, føroysku og grønlendsku hæddarskipanirnar og IHRS."
René Forsberg, professari á DTU Space, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Tim E. Jensen og Gabriel Strykowski, báðir á DTU Space, hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru
Ole B. Andersen, professari á DTU Space
Mirjam Bilker-Touvula, professari á Finnish Geodetic Institute, Finland
Ove Omang, granskari á Statens Kartverk, Norra
Jonathan Frank Kirby, professari á DTU Space, leiddi verjuna.
Les meira um Hergeir Teitsson her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald