Innanlands

Heri á Rógvi nýggjur formaður í Búskaparráðnum

Hann bleiv valdur fyri Djóna Højgaard, sum er farin úr ráðnum – Núverandi búskaparráðið situr árið út

Mynd: Fróðskaparsetrið

Mynd: Fróðskaparsetrið

2020-05-22 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggi formaðurin í Búskaparráðnum eitur Heri á Rógvi. Tað er greitt, eftir at ráðið skipaði seg mikudagin.

Heri á Rógvi bleiv í vikuni valdur í Búskaparráðið fyri Djóna Højgaard, fyrrverandi formann, sum er farin úr ráðnum.

Hini bæði í Búskaparráðnum eru Ester Hansen og Sigurd Poulsen.

Sambært Kringvarpinum er hetta aðru ferð seinastu fýra árini, at Búskaparráðið skiftir formann. Núverandi ráðið situr árið út.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder