Innanlands

Herjólfur til Íslands at loysa av

Væntandi fer Herjólfur av Havnini á middegi

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-24 10:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herjólfur triði, sum kom til Føroya at loysa av á Suðuroyarleiðini í 2022 skal nú til Íslands at loysa av.

Hann skal loysa Herjólf 4, sum dagliga siglir millum Vestmannaoyggjarnar og Landeyjahöfn. Herjólfur fjórði hevur fingið trupulleikar við einum motori.

Tað er ásett í leigusáttmálanum millum Strandferðsluna og Vegagerðin í Íslandi, at eigarin í slíkari støðu hevur rætt til at boðsenda Herjólf 3 at loysa av.

Eingin sigling verður tískil á leið 8 millum Krambatanga og Tórshavn frá fríggjadegnum 24. november til og við týsdagin 5. desember.

Væntandi fer Herjólfur triði av Havnini á middegi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder