Innanlands

Hernaðar- og trygdarráðgevi til Føroya at skriva undir

Umframt at hava Norðurlond og Baltalond sum ábyrgdarøki, er Michael J. Myrphy serfrøðingur í trygdar- og hernaðarmálum. Í dag skrivar hann undir ‘partalagsyvirlýsing’ við Jenis av Rana

2020-11-12 11:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ein maður við drúgvum royndum í uttanríkistænastuni, sum amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur sent til Føroya at skriva undir sokallaða partalagsyvirlýsing við føroyska landsstýrismannin við uttanríkismálum, Jenis av Rana.

Partalag merkir sambært føroysk-ensku orðabókini ‘fellowship’ ella ‘partnership’, men verður annars mest brúkt innan handils- og byggivinnuna fyri hugtakið ‘partnering’, tá feløg taka seg saman, ofta fyri at loysa eina stóra byggiuppgávu.

Les eisini: Føroyar og USA skriva undir avtalu í dag

Yvirlýsingin snýr seg, sambært Uttanríkis- og mentamálaráðnum um at styrkja samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking og útbúgving, men tað er ein serfrøðingur í trygdar- og verjuspurningum, sum fer at skriva undir í Norðurlandahúsinum seinnapartin.

Michael J. Murphy hevur 27 ára drúgvar royndar í amerikansku uttanríkistænastuni.

Heitið hjá honum er ‘Deputy Assistant Secretary of State for European & Eurasian Affairs”. Hann er eisini ‘minister counselor’, ráðgevi hjá ráðharranum.

Føroyska uttanríkisráðið kallar hann varauttanríkisráðharra, men tað er neyvan heilt rætt. Amerikanskur varauttanríkisráðharri, ‘deputy secretary of states’, er Stephen Biegun.

Kringvarpið hevur í morgun kallað Michael J. Murphy fyri ‘vara-uttanríkis-undir-ráðharra’.

Sambært heimasíðuni hjá U.S. Departement of State, eru seks ‘deputy assistant secretaries’ á deildini, sum eitur ‘Bureau of European and Eurasian Affairs’. Michael J. Murphy er fyrst nevndur, verður eisini kallaður ‘Acting Principal Deputy Assistant Secretary of State for European and Eurasian Affairs’, men oman fyri hann er ein ‘Principal Deputy Assistant Secretary’ og oman fyri hendan aftur ein ‘Senior Bureau Official’.

Um Michael J. Murphy stendur at lesa millum annað, at hann byrjaði á hesi skrivstovuni fyri serlig evropeisk og evrasisk vikurskifti í juni 2018.

Uppgáva hansara er at hava eftirlit við trygdini í Evropa, herundir Nato og OSCE umframt eftirlit við ‘konventionellum’ vápnum, tað er ‘vanlig vápn, ikki kjarnorkuvápn'.

Harafturat er ábyrgdarøkið hjá Michael J. Murphy Norðurlond og Baltalond, og helst er tað í hesum eginleika, at hann nú kemur til Føroya at skriva undir yvirlýsingina.

Áðrenn hetta hevur hann virkað sum ráðgevi serliga innan trygd og hernaðarspurningar. Hevur verið sendur til Botswana, Kosovo, Bosnia-Herzegovina, London, Kamerun og Nigeria.

Áðrenn hann í 1991 kom í uttanríkistænastuna, var hann í kongressini sum ráðgevi í uttanríkis- og verjuspurningum fyri demokratiska tinglimin fyri Tennessee í umboðsfólkatinginum, Marilyn Lloyd. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder