Innanlands

Herovastin vitjar í Føroyum

Søren Andersen, generalmajorur, hevur júst tikið við leiðsluni í Arktisk Kommando

Søren Andersen, generalmajorur

Søren Andersen, generalmajorur

2023-08-30 20:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrr í hesum mánaðinum tók Søren Andersen, generalmajorur, yvir leiðsluna av Arktisk Kommando frá Poul Primdahl, brigadegenerali. Arktisk Kommando hevur høvuðssæti í Nuuk í Grønlandi.

Hesa vikuna vitjar ovastin í Føroyum á fyrsta sinni síðan hann varð útnevndur.

- Uppgávurnar hjá Arktisk Kommandu fevna breitt frá eftiransing og hevd av sjálvsavgerðarrætti til sjóverjueftirlit og fyribeinan av spreingievnum. Eg síggi fram til at nema størri kunnleika til hesi evni á vitjanunum, sum eg komi at gera í Føroyum við jøvnum millumrúmi hesa komandi tíðina, sigur Søren Andersen í tíðindaskrivi.

Á vitjanini fer hann at vitja støðina við Tinghúsvegin, kallað ‘Forbindelseselement Færøerne’, har starvsfólkið hjá Arktisk Kommando heldur til.

Herovastin skal eisini hitta samstarvspartar í Føroyum, herundir ríkisumboðskvinnuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder