Innanlands

Herverk á bil á Strondum

Løgreglan ynskir at hoyra frá møguligum vitnum

2020-08-19 13:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun varðnaðust fólk á Strondum við, at onkur hevði gjørt seg inn á ein bil, sum stóð parkeraður nærhendis bátahylin í bygdini.

Nummarpláturnar vóru skrúvaðar av, og hartil var luftin slept úr øllum dekkunum. Løgreglan frættir fegin frá fólki, sum hava sæð okkurt illgrunasamt á staðnum.

Herverkið er framt einaferð millum í gjár og í morgun, sigur vaktleiðarin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder