2025-10-19 10:07

Um klokkan níggju í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at herverk varð framt á fleiri bilar, sum hava staðið parkeraðir í Bøgøtu í Havn.
Feiri dekk eru í øllum førum punkterað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki veit at siga, hvussu nógvir bilar tað er gingið útyvir.
Um fólk hava sæð okkurt, sum kann hava samband við málið, vil løgreglan fegin frætta frá teimum, leggur vaktleiðarin afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald