2020-07-27 10:32
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn boðar frá, at herverk hevur verið á kommunuskrivstovuni í Fuglafirði. Hetta er hent einaferð í vikuskiftinum - í seinasta lagi sunnudagin klokkan 13.
Fýra rútar eru brotnir. Málið er nú skrásett hjá løgregluni, ið fegin frættir frá onkrum, ið veit nakað um tað.
Eitt harðskapsmál var í gjárkvøldið á einum skeinkistaði í Havn, har ein persónur slóg ein annan. Talan var ikki um heilt álvarasaman skaða. Maðurin ið leyp á er skuldsettir fyri harðskap. Tó er hann ikki endaliga avhoyrdur, tí hann var ov ávirkaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald