Uttanlands

Herverk á standmynd í Nuuk

Hans Egede er ímynd av landtøkuni, og skal tí burturbeinast, heldur grønlendskur listamaður

(Mynd: Sermitsiaq / Leiff Josefsen)

(Mynd: Sermitsiaq / Leiff Josefsen)

2020-06-22 16:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var grønlendskur tjóðardagur, og høvið brúktu nakrir aktivistar til at gera herverk á standmyndina av Hans Egede, sum stendur á eini høvd í Nuuk og skoðar út yvir havið.

Reyð og hvít máling var sproytað á standmyndina, og eisini stóð skrivað ’decolonize”.

- Vit vilja hava standmyndina beinda av burtur, sigur grønlendski listamaðurin Aqqalu Berthelsen, sum í fleiri ár hevur arbeitt fyri at fáa standmyndina tikna niður. Hann býr uttanlands, og var ikki sjálvur við til herverkið, men sigur seg vita hvør gjørdi tað, og sigur seg eisini vera talsmann fyri hesi.

Hann sendi í gjár eina fráboðan út á enskum, har sagt verður, at nú er stundin komin at gevast við at hálova landtøkumenn, kolonisatorar.

- Stundin er komin til at okkara sinni og okkara land verður dekoloniserað. Ongin landtøkumaður hevur uppiborið at standa ovast á slíkum fjalli. Vit mugu læra sannleikan um søgu okkara, stendur í fráboðanini.

Aqqalu Berthelsen, sum býr í Norðurfinnlandi, sigur við Sermitsiaq, at tað var eitt endamál við herverkinum.

- Vit vilja hava, at ein standmynd í Danmark, tvær í Noregi og standmyndin, sum stendur í Nuuk verða tiknar niður. Hans Egede var ein hjartaleysur persónur, og um ein standmynd skal standa av honum, má søgan eisini forteljast á rættan hátt. Allar søgur um landtøku eru ræðuligar, og standmyndirnar mugu burturbeinast í skundi, sigur hann.

Sambært Aqqalu Berthelsen varð tjóðardagurin brúktur til herverkið fyri at fáa so stórt uppmerksemið fyri átakinum, sum gjørligt.

- Vit vilja hava, at fólk skulu kjakast um hetta á tjóðardegnum. Tað er ein góður dagur at taka søgu okkara til viðgerðar og tað er av týdningi, at hon verður søgd á rættan hátt. Søgan, sum verður søgd í dag, er lygn, og tað skulu vit burtur frá, sigur Aqqalu Berthelsen

Hans Egede var prestur úr Norðurnoregi, sum livdi frá 1686 til 1758 – eisini kallaður Grønlands apostul. Í 1721 fór hann til Grønlands at leita eftir norðbúgvunum, sum høvdu sett seg niður har, men einki var hoyrt frá í fleiri hundrað ár. Hann fann ongar norðbúgvar, einans inuittar, og hann fór undir at kristna teir. Hans Egede grundlegði Godthåb, núverandi Nuuk, høvuðsstaðin í Grønlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder