Innanlands

Runavíkar kommuna: Barnafrádráttur, frítíðarkort og skattaprosent verða á sama støði í 2026

Á býráðsfundi hósdagin samtykti Runavíkar býráð fíggjarætlanina fyri komandi ár

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2025-11-01 16:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundi hósdagin samtykti Runavíkar býráð fíggjarætlanina fyri 2026.

Talan var um fyrstu viðgerð, og onnur viðgerð verður hendan mánaðin.

Sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verða ásetingarnar um barnafrádrátt, frítíðarkort og skattaprosent á sama støði sum í 2025.

Barnafrádrátturin verður 10.500 krónur, Spjaldrið er ásett til 3.000 krónur, og skattaprosentið verður framvegis 21,5 prosent. Skattainntøkurnar verða væntandi 311,9 milliónir krónur.

Verandi rakstur hækkar við  prosentum, umframt nýggja kostnaðin av at reka svimjihøllina, skrivar kommunan.

Skuldin er nú á leið 86 prosent í mun til skuldarloftið. Í fíggjarætlanini fyri 2026 er eingin lántøka, og er ætlanin at minka um skuldina við 26 milliónum krónum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder