2019-06-28 13:36
Løgreglan fekk í morgun fráboðan um at onkur hevur framt herverk á nýggja fótbóltsvøllin í Klaksvík.
Arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin byrjaði í gjár, men tá fólk kom á vøllin í morgun varnaðust tey, at onkur hevði klipt bondini til hegnið av, og vóru farin inn á vøllin.
Løgreglan fortelur at komin inn høvdu hesi gravað nøkur hol í undirlagið, sum vøllurin verður lagdur á.
Løgreglan kanna málið, men hevur enn einki at ganga eftir. Løgreglan heitir á fólk, sum møguliga hava sæð okkurt, um at venda sær til løgregluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald