
Hervør Pálsdóttir gjørdist 4. august mamma til eina gentu, og hon er tískil í barnsburðarfarloyvi frá løgtinginum 28. august.
Hesi seinastu árini er tað óvanligt, at løgtingskvinnur gerast mammur. Tjóðveldi skrivar í fráboðan, at Hervør Pálsdóttir er tann fyrsta í 17 ár, at gerast mamma meðan hon er løgtingskvinna. Tann seinasta var eisini okkara egna Annita á Fríðriksmørk, sum var í barnsburðarfarloyvi á triðja sinni í 2008.
Tjóðveldi sigur, at Hervør Pálsdóttir enn ikki hevur tikið støðu til, hvussu leingi hon verður í barnsburðarfarloyvi.
Hervør Pálsdóttir er tingbólkaforkvinna og næstforkvinna í Tjóðveldi, og hevur tí eisini aðrar uppgávur at røkja, tá tingarbeiðið ikki fyllir og Løgtingið ikki er saman.
Fyrsta varafólk á tingi hjá Tjóðveldi er Erling Eidesgaard.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald