Mentan

Hesar fingu bókmentavirðislønirnar

M. A. Jacobsens virðislønirnar og Barnabókmentavirðislønir Tórshavnar býráðs vórðu handaðar á afturlatnum tiltaki í gjár

Frá vinstru Marjun Syderbø Kjelnæs, Hjalmar P. Petersen, Jógvan D. Hansen, Rakel Helmsdal og Maria Róadóttir Jæger (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Frá vinstru Marjun Syderbø Kjelnæs, Hjalmar P. Petersen, Jógvan D. Hansen, Rakel Helmsdal og Maria Róadóttir Jæger (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-10-09 06:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Uttan at almenningurin hevði fingið fráboðan frammanundan, vórðu Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs í gjár handaðar. Hetta hendi á einum tiltaki í Müllers Pakkhúsi, sum bert var fyri virðislønarmóttakararnar, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger. Jógvan D. Hansen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Hjalmar P. Petersen varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal.

[object Object]

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2020 verður latin Lív Mariu Róadóttir Jæger

Eg skrivi á vátt pappír er nýskapandi formliga og innihaldsliga. Heimurin er ein røð av upplivingarfyribrigdum, sum savnið greinar á poetiskan hátt gjøgnum ævisøguligar hendingar og lýsingar av náttúru, atburði og tannárum. Skrivingin er í miðdepli, har “tann skrivandi er ein onnur”.

Summar yrkingar eru myndalýsingar, og summar sitera opið ommuna og aðrar yrkjarar. Á henda hátt fær savnið vítt útsýni, eins og tann gerandisligi málburðurin er fyltur við eyka merkingum og frábrigdum.

[object Object]

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2020 verður latin Jógvani D. Hansen

Jógvan D. Hansen hevur á eyðskildum máli megnað at bera fram djúptøknar og torgreiddar tilveruspurningar og etiskar tvístøður fyri einum breiðum skara.

Í eini tíð, har náttúruvernd og burðardygd eru átrokandi evni, hevur Jógvan í síni miðlan sett opnar etiskar og samfelagsligar spurningar. Á tann hátt hevur hann fingið fram fjøltáttaðar heimspekiligar svarmøguleikar, sum hava givið okkum amboð og fortreytir at svara teimum mongu torgreiddu tilveruspurningunum, sum eyðkenna okkara samtíð.


[object Object]

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2020 verður latin Hjalmari P. Petersen

Mállæra 1 og 2 lýsa nútíðarføroyskt. Tær eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar.

[object Object]

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verður latin Marjun Syderbø Kjelnæs

Marjun Syderbø Kjelnæs hevur í nýggju bók síni “Sum rótskot”aftur víst okkum, hvussu væl hon dugir at lýsa viðkomandi evni á ein fangandi hátt. Hon viðger evni sum veðurlagskreppu, hjúnaskilnað, samkyndleika og álvarsama sjúku so livandi, at lesarin kann ikki annað enn gerast ávirkaður.

Málsliga er bókin sera væl frágingin, hóast har eru nógv ensk orð, sum tey ungu nýta í dag. Tey fella væl inn í tekstin, og uttan at tað gerst ónatúrligt, gera tey hann tíðarbæran.

Bókin er háaktuell føroysk samtíðarskaldsøga, sum tekur ungdómin í álvara. Ein bergtagandi og týdningarmikil søga um ein bólk av eldhugaðum og virkisfúsum føroyskum tannáringum, sum skilja, at tey eisini eru ein partur av heiminum, og sum vilja taka sín part av ábyrgdini fyri at broyta heimin til tað betra.

[object Object]

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2020 verður latin Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal megnar við sermerktu myndabók síni “ Loftar tú mær “ at gera eitt tungt evni lættari at tosa um. Hegnisliga leiðir hon okkum til kjarnan í søguni við at lata okkum fylgja teimum trimum systkjunum í bókini - einum í senn - fram til avgerandi løtuna. Langomman er júst deyð, og tey trý systkini syrgja hana á hvør sín hátt.

Myndirnar í bókini eru heilt serligar. Ljósið og myrkrið eru við til at skapa eitt lætt, tó syrgið, huglag, sum ongantíð gerst tungt. Sermerktu og sjáldsomu figurarnir geva myndunum ein ævintýrkendan dám, sum letur upp fyri nógvum góðum práti saman við barninum.

Rakel hevur sjálv myndprýtt bókina, sum er sera vøkur og væl frágingin.

Í nevndini fyri M. A. Jacobsens virðislønirnar sita: Vár í Ólavsstovu, Erling Isholm, Malan Marnersdóttir, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen. Vónbjørt Vang er skrivari.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs siga: Gunvør Balle, Marin Joensen, Bjørg Dam og Anna Malan Jógvansdóttir. Malan Hilmarsdóttir er skrivari.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder