Innanlands

Hesi 18 komu í umboðsráðið

13 av teimum 18 fólkunum hava bústað uttan fyri Havnar kommunu

2020-10-01 10:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú greitt hvørji fólk vórðu vald í umboðsráðið hjá Betri.

35 limir eru í umboðsráðnum, og hesaferð stóðu 16 fyri vali.

Tey 16, ið vórðu vald eru hesi:
Tóra við Keldu, Klaksvík, 494 atkvøður
Olav í Garði Joensen, Eiði, 461
Robert Poulsen, Kollafjørður, 438
Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík, 420
Rógvi Thomsen, Hvalba, 398
Pauli Klakkstein, Klaksvík, 396
Schandorff Vang, Oyrarbakki, 354
Gunnhild Dahl Niclasen, Haraldsund, 352
Andrass Holm Arge, Stykkið, 350
Frankie Jensen, Hoyvík, 321
Arni Teindal, Fámjin, 320
Heðin Poulsen, Vatnsoyrar, 266
Jóhannus Martin Olsen, Toftir, 240
Emil Jakobsen, Skáli, 236
Petur í Króki, Strendur, 231
Rúna í Skála, Tórshavn, 225
Jens Sigurð Simonsen, Froðba, 225
Andrass Skaalum, Tórshavn, 216

Av úrslitinum sæst, at umboðanin er væl býtt landafrøðiliga. Av teimum 16 valdu, eru bert fýra við bústaði í høvuðsstaðarøkinum – fimm um Kollafjørður verður tikin við.

Av teimum 19 fólkunum, sum ikki vórðu vald, búgva 15 í høvuðsstaðnum og fýra uttan fyri høvuðsstaðin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder